Viðtøkur

Lógir fyri

LANDSFELAG SLØKKILIÐSMANNA.

§ 1. Navn og endamál

Navn felagsins er LANDSFELAG SLØKKILIÐSMANNA.

Felagsins endamál er at knýta saman sløkkiliðsfólk um alt landið, at loysa felags áhugamál, og at fremja góðan felagsskap limanna millum.

§ 2. Limir

         Øll áhugað, ið eru ella hava verið knýtt at  einum sløkkiliði, kunnu gerast limir í Landsfelag Sløkkiliðsmanna.

Vil ein limur ganga út úr felagnum, skal hetta fráboðast formanni felagsins skrivliga.

§ 3. Limagjald

         Limagjaldið er kr. 100,00 árliga, men kann broytast á vanligum ársaðalfundi, um meiriluti er fyri tí.

Eingin limur skal hava eftirstøðu í meira enn 1 ár. Um so er, tekur nevndin avgerð, um limurin skal  strikast úr felagnum. Í slíkum føri fær viðkomandi skrivligaávaring frammanundan.

§ 4. Skylda limanna

         Tað er skylda limanna at stuðla endamálum felagsins og at fara væl um ognir tess.

         Limirnir hava skyldu til at gera seg kunnugan við lógir felagsins, ið altíð skulu vera tøkar hjá nevndini. Tørvandi kunnleiki til lógirnar loysir í ongum føri lim frá skyldum hansara mótvegis felagnum. Limur kann ikki uttan haldgóða orsøk bera seg undan álitisstarvi.

         Um limur arbeiðir ímóti felagnum, kann nevndin, um hon heldur tað vera neyðugt, taka limarættin frá viðkomandi til fyrsta aðalfund. Viðkomandi kann tá, um hann ynskir tað, reisa málið á ársaðalfundinum, sum avger, um persónurin skal strikast sum limur.

§ 5. Nevndin

Á ársaðalfundinum verður nevnd felagsins, ið er 5 mannanevnd vald. Nevndarlimur verður valdur fyri 2 ár.

         Nevndin verður vald soleiðis, at annaðhvørt ár verða valdir 2 limir og annaðhvørt ár 3 limir.

Tá ið nevndarlimir eru valdir, verður val av formanni millum valdu nevndina. Formaðurin verður valdur fyri 2 ár ísenn.

Hevur tann, sum valdur verður til formann, einans eitt ár eftir at valskeiðinum, hevur seinast valdið nevndarlimurin bert eitt ára valskeið. Verður ikki skrivliga atkvøtt um nevndarlimir, verður lutakast millum teir seinast valdu.

Valdir verða eisini 2 tiltakslimir á hvørjum ári fyri 1 ára skeið. Stendur á jøvnum millum 2 verður lutakast.
Nevndin stendur aðalfundinum til svars fyri tað, hon avrikar og somuleiðis fyri óavrikaðum felagssamtyktum. Nevndin hevur skyldu at halda skil á felagnum.

Nevndin skipar seg við næstformanni, kassameistaraog skrivara.

Skrivarin førir allar nevndarfundir í gerðabók felagsins. Gerðabókin skal lýsa allar avgerðir hjá nevndini og skal vera undirskrivað av teimum nevndarlimum, ið eru á fundi.

Nevndarfundur eigur at vera, tá ið formaðurin ella 2 av nevndarlimunum ynskja tað. Berst nevndarlimi undan, skal hann siga formanninum frá frammanundan fundinum.

Møtir nevndarlimur ikki á trimum fylgjandi fundum og hevur ikki lógliga umbering at føra fram, fer hann úr nevndini.

Tiltakslimur skulu hava fundarfráboðan til allar nevndarfundir, og hava rætt at møta, uttan atkvøðurætt.

Fundurin er viðtøkuførur um 3 limir eru á fundi. Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta millum teir møttu limirnar.

Stendur á jøvnum er málið fallið.

§ 6. Økisumboð

        

§ 7. Kassameistari

Kassameistarin heldur roknskap felagsins. Allar útgjaldingar skulu hava undirskriftir  frá tveimum nevndarlimum.

Undan 1. februar letur kassameistarin roknskapin til grannskoðara at grannskoða.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

§ 8. Aðalfundur

         Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

         Nevndin boðar til aðalfundar við 1 mánað ávaring og í minst tveimum av teimum føroysku bløðunum. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari fundarskrá.

         Aðalfundurin er bert viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga boðaður. Uppskot og val á aðalfundinum, undantikið lógarbroyting og avtøka, verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta.

         Hvør limur hevur eina atkvøðu (sambært. § 3). Stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður, fellur málið,  undantikið er tó nevndarval (sambært. § 5)

Fundurin avgerð, um atkvøðast skal skrivliga, og um mál, sum limir hava lagt fyri hann, skulu viðgerast.

Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundi, skulu vera formanninum í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Eru tað mál, ið ynskist atkvøtt um, skal skrivligt uppskot fylgja við.

Fundurin verður stjórnaður av orðstýrara, sum fundurin velur. Orðstýrarin førir fundin í gerðabókina og undirskrivar hana.

Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í mai mána við hesi dagsskrá:

  1. Val av orðstýrara.
  2. Frásøgn formansins frá farna ári.
  3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
  4. Val av nevndarlimum.
  5. Val av formanni – (valdu millum teir 5 nevndarlimirnar).
  6. Val av tiltakslimum.
  7. Val av økisumboðum.
  8. Val av grannskoðara.
  9. Møgulig uppskot frá limunum.
  10. Ymiskt.

§ 9. Eykaaðalfundur

         Boðað verður til eykaaðalfundar, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá minst 1/4 av limunum krevur tað.

         Eykaaðalfundurin verður lýstur á sama hátt sum aðalfundurin (sambært. §8) við tilskilaðari fundarskrá.

§ 10. Lógarbroyting

Lógarbroyting kann bert verða framd á ársaðalfundi/eykaaðalfundi, tá lýst verður til tess.

Fyri at fremja lógarbroyting, skulu í minsta lagi 2/3 av teimum á fundi møttu limunum greiða atkvøðu fyri tí.

Alt, sum hesar lógir greinliga tilskila, ger nevndin við ábyrgd mótvegis aðalfundinum (sambært. § 5.).

§ 11. Felagið bundið

Felagið verður bundið av formanni og tveimum nevndarlimum. Við sølu, keypi ella veðseting av fastari ogn felagsins krevst aðalfundarsamtykt og undirskrift av allari nevndini.

§ 12. Slit av felagnum.

Felagið kann bert verða slitið, tá hesar treytir eru fylgdar:

  1. Lýst má verða lógliga til eykaaðalfundar.
  2. Slitið av felagnum má verða tilskilað á fundarskránni.
  3. Tað skulu í minsta lagi 2/3 av øllum limum felagsins greiða atkvøðu fyri tí.

§ 13. Avhendan av ognum felagsins

         Verður felagið slitið, skulu ognir tess avhendast eftir samtykt av eykaaðalfundinum.

§ 14. Lógarsamtykt

Hetta uppskot samtykt á aðalfundi tann 7. februar 1992.

Viðtøkurnar soleiðis broyttar á aðalfundi tann
25. januar 2003, 6. Juni 2009 og 14. mai. 2011