Mentanarhúsinum í Fuglafirði Leygardagin 9. mai 2026 kl. 12.00
INNBJÓÐING
Vit vilja við hesum, bjóða tær vælkomin til Tilbúgvingardagin 2026. Ein dagur, har vit savnast fyri at styrkja fakliga førleikan, samstarvið og felagsskapin innan tilbúgving og trygd. Hetta er eisini eitt gott høvi at hitta starvsfelagar og vinir úr øllum landinum.
SKRÁIN
- 12:00 Vit byrja við onkrum lættum at eta og drekka
- 12:45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin
- 13:00 Jarl Vagn Hansen frá Danske Beredskaber greiðir frá størri hendingum, hann hevur upplivað sum átaksleiðari, og hvat nýtt er á tilbúgvingarøkinum í Danmark. Asif Amin frá Beredskabsstyrelsen kemur eisini at kunna eitt sindur um hvat nýtt er á skránni hjá teimum.
- 14:30 Aðalfundur hjá Landsfelag Sløkkiliðsmanna
- 15:00 Kapping millum sløkkiliðini
- 17:00 Kappingin endar
Høvi verður at síggja nýggju sproyturnar hjá Fuglafjarðar og Eiðis sløkkiliði, nýggja stigabilin hjá SKS og teirra brandbil. Eisini verða møguliga onnur akfør og útgerð at síggja.
VEITSLA UM KVØLDIÐ
18:30 Veitsla í Mentanarhúsinum
Kostnaðurin er 500 kr fyri sløkkiliðsfólk. Makin er íroknaður, men skal teknast til veitsluna fyri seg.
TILMELDING
Vinaliga boða frá luttøku í seinasta lagi 1. mai 2026.
Kostnaðurin er 500 kr fyri sløkkiliðsfólk. Makin er íroknaður, men skal teknast til veitsluna fyri seg.
Konto nr: 6460 – 182.530.7 hvar peningurin skal gjaldast til.

